Harkaliðið

Ólavur Riddararós Lyrics

Ólavur Riddararós video

Harkaliðið
Overview
Votes:
0
Wrong lyrics?

Harkaliðið - Ólavur Riddararós lyrics

Ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. Ólavur ríður eftir bjørgunum fram,
- kol og smiður við -
fann upp á eitt elvarrann.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Út kom eitt tað elvarfljóð,
- kol og smiður við -
flættað hár á herðar dró.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - "Ver vælkomin, Ólavur Riddararós,
- kol og smiður við -
tú gakk í dansin og kvøð for os!"
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Eg kann ikki longur hjá elvum vera,
- kol og smiður við -
í morgin lati eg mítt brúdleyp gera."
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Vilt tú ikki longur hjá elvum vera,
- kol og smiður við -
sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Hvat heldur vilt tú sjú vintur liggja sjúk,
- kol og smiður við -
ella vilt tú í morgin liggja lík?
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - "Tveir eru kostirnir, hvørgin er mjúkur,
- kol og smiður við -
ilt er at liggja leingi sjúkur.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
- kol og smiður við -
enn eg vil sjú vintur liggja á strá."
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Hon bar fram eitt drykkjusteyp,Harkaliðið - Ólavur Riddararós - http://motolyrics.com/harkalidid/olavur-riddararos-lyrics.html
- kol og smiður við -
eiturkornið í tí fleyt.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - "Tú sig tíni móður, tá ið tú kemur heim,
- kol og smiður við -
tín foli snublaði um ein stein."
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Ólavur heim í garðin fór,
- kol og smiður við -
úti hans móðir fyri honum stóð.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - "Hví ert tú so følin, hví ert tú so bleik,
- kol og smiður við -
sum tú hevur verið í elvarleik?"
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Tí eri eg følin, tí eri eg [sum] bast,
- kol og smiður við -
í gjár var eg í elvarlast."
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Ólavur vendist til veggin brátt,
- kol og smiður við -
hann doyði langt fyri midnátt.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Har komu av tí búda trý lík,
- kol og smiður við -
tey vóru so prúda.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Tað fyrsta var Ólav, tað annað hans moy,
- kol og smiður við -
tað triðja hans móðir, av sorg hon doyði.
- ungir kallar, kátir kallar gangið uppá gólv, dansið lystilig. - Submitter's comments:  Full text :

Write a comment

What do you think about song "Ólavur Riddararós"? Let us know in the comments below!

Recommended songs