- Votes:
Orka - Fjøllini standa úti lyrics
Fjøllini standa úti
 Huld í támi og surrandi flugum
 Sveipa í vindi
 Og lítla ljóðinum frá svongum rótum
 Áirnar stoyta seg út í einki Fjøllini syngja
 Stórir operasangarar klæddir í grasi
 Syngja fjøllini
 Leggi stetoskopið móti bringuni
 Eitt hjarta av gróti og vatni Dukar móti oyrunum
 Eg spyrji hjarta: "hvussu kevur tú tað"
 Fjøllini standa einsamøll úti
 Ongin bjóðar teimum innOrka - Fjøllini standa úti - http://motolyrics.com/orka/fjollini-standa-uti-lyrics.html
 Míni fjøll standa kølduti í myrkrinum
 Tey frysta míni fjøll
 Stórar rúgvur av sjúkum gróti Fjøllini líða av svøvnloysi
 Leggi stetoskopið móti einum blómstri
 Gjøgnum tveir plastik leidningar angar klænt lív
 Fjøllini
 Hava fepur Míni fjøll syngja í ørviti
 Anga av rósum og villum jarðberjum
 Fjøllini sleppa ikki inn um hvøldarnar
 At tú køld og tekur ímóti teimum
 Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju


















