Tyr

Regin Smiður Lyrics

Regin Smiður video

Tyr
Overview
Votes:
0
See also:
Wrong lyrics?

Regin Smiður Lyrics Translations:

english

Tyr - Regin Smiður lyrics

Viljið tær nú lýða á
Meðan eg man kvøða
Um teir ríku kongarnar
Sum eg vil nú um røða

Grani bar gullið av heiðI
Brá hann sinum brandi av reiðI
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiðI

Hundings synir í randargný
Teir skaðan gørdu har
Eitur var í svørinum
Teir bóru móti mær

Fávnir eitur ormurin
á GlitrarheiðI liggur
Regin er ein góður smiður
Fáum er hann dyggur

Hann var sær á leikvøllum
Imillum manna herjar
Rívur upp eikikelvi stór
Hann lemjir summar til heljar
Tyr - Regin Smiður - http://motolyrics.com/tyr/regin-smidur-lyrics.html
Eystantil undri heyginum
Ið dreingir eyka tal
Dimmur er hesin dapri dagur
Niður í mold at fara

Har komm maður á vøllin fram
Eingin Ið hann kendi
Síðan hatt á høvdi bar
Og finskan boga í hendi

Har komm maður á vøllin fram
Hann vá við eggjateini
Eyga hevðI hann eitt í heysi
Knept var brók at beini

Ormurin er skriðin av gullinum
Tað man frættast víða
Sjúrður setist á Granar bak
Hann býr seg til at ríða

Grani bar gullið av heiðI
Brá hann sinum brandi av reiðI
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði

Write a comment

What do you think about song "Regin Smiður"? Let us know in the comments below!

Recommended songs