- Votes:
- Composers:
- Joensen
- Heri / Dp
 
- See also:
Gátu Ríma Lyrics Translations:
englishTyr - Gátu Ríma lyrics
Gestur villur frá høllini gongur, 
 Blindur er hann og fáur; 
 Møtir hann einum gomlum manni, 
 Allur í hærum gráur.
 "Far tú tær í grasgarðar
 Og ráð fyri tínum bú; 
 Eg skal mær fyri Heiðrik kong
 Og gátur kenna nú."
 Treðum lættliga dansin, 
 Dagurin skín so fagurliga; 
 Komið er hægst á summarið.
 "Tríati eru gáturnar, 
 Git mær eina av teim:
 Hvussu eitur sá reyða trumma, 
 Ið slær yvir allan heim"?
 "Vita man eg gátuna, 
 Eg giti tað fyrstu av teim:Tyr - Gátu Ríma - http://motolyrics.com/tyr/gatu-rima-lyrics.html
 Toran eitur sá reyða trumma, 
 Ið slær yvir allan heim".
 Treðum lættliga dansin, 
 Dagurin skín so fagurliga; 
 Komið er hægst á summarið.
 "Vita man eg gátuna, 
 Eg fari ei við tí hátt:
 óðin ríður sínum hesti
 BæðI um dag og nátt."
 óðin gjørdist villini fuglar, 
 Fleyg sær út á hav, 
 Brendi inni Heiðrik kong
 Og alt tað lið, har var.
 Treðum lættliga dansin, 
 Dagurin skín so fagurliga; 
 Komið er hægst á summarið.









